Føroysku U18 genturnar í finaluni

Føroyar vann í kvøld hálfinaluna í EM undankappinini 3-1 ímóti einum sera væl leikandi og robustum skotskum liðið. Harvið er greitt, at Føroyar møta Íslandi í finaluni

Tað er eisini greitt, at føroysku genturnar í minsta lagið hava vunnið seg í 2. undankapping til EM endapsælið.

 

Fyrsta settið vóru føroysku genturnar ikki til staðar mentalt og vóru tær helst ávirkaðar av nervum undan dystinum. Skotland leikti einklan flogbólt, men gjørdi ongar feilir og føroysku U18 genturnar megnaðu ikki at svara aftur. 

 

Annað sett byrjaði á sama hátt, men spakuliga arbeiddi Føroyar seg inn í dystin aftur og bráddliga byrjaðu álopini at ganga sum ætlað. Støðan bleiv jøvn við 14-14 og Føroyar vann settið 25-20. 

 

Triðja sett gjørdist spennandi. Føroyska liðið rann aftaná fyri tað mesta, men ímóti endanum servaði liðskiparin, Edna Henriksen, settið heim við trimum serv essum á rað.

 

Í fjørða settinum leiktu føroysku genturnar betur og vóru tær á odda alt settið, sum tær vunnu greitt.

 

Sett úrslitini vóru 16-25, 25-20, 25-22 og 25-15.

 

Finalan, sum verður ímóti einum sera sterkum íslendskum liðið, verður kl. 17.00 í morgin, mikudagin 14. januar.