Talan er um 6 hval, sum eru mettir til 52 skinn, ið verða býtt út til teir 260 íbúgvarnar í nevndu økjum.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Hvalirnir verða fluttir úr Tjørnuvík á kaiina í Kaldbak, har skorið verður upp, og klokkan 15.00 er klárt hjá fólki at koma eftir sínum parti. Mint verður á at hava egin íløt við.