Von der Leyen fer at vitja Xi Jinping í Kina

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og forsetin í Evropiska Samveldinum, Antonio Costa, vitja Kina hósdagin, har tey hitta forsetan í Kina, Xi Jinping.

Tað boðaði kinesiska uttanríkisráðið frá, sambært tíðindastovunum Reuters og AFP.

– Xi Jinping, forseti, fer at hitta tey. Li Qiang, forsætisráðharri, og teir báðir ES-leiðararnir fara í felag at standa á odda fyri 25. toppfundinum millum Kina og ES, upplýsir ráðharrin sambært AFP.

Toppfundurin markerar, at 50 ár eru liðin síðani diplomatiið millum ES og Kina varð skipað.

Sambært AFP fara tey at javna eina røð av ósemjum viðvíkjandi handli á toppfundinum.

Fríggjadagin samtykti ES-nevndin 18. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi. Endamálið við revsitiltøkupakkunum er at gera Russland veikari, men kinesiskar fyritøkur, sum veita vørur til nýtslu á vígvøllinum, vóru eisini á listanum.

 

/Ritzau/