Stórt ólavsøkutiltak – Gandur í SMS

Tíðindaskriv:

Fríggjadagin OG leygardagin undan ólavsøku verður stórt ólavsøkutiltak í SMS. Talan er um stuttligt gandatiltak við “Gandadusti”, har Helle gandar við livandi djórum og ger ballóndjór. Harafturat fáast ókeypis ballónir og góðgæti.  

Øll eru vælkomin í SMS vikuskiftið undan ólavøku til serstakt ólavsøkutiltak bæði fríggjadag og leygardag frá klokkan 14, har danska Helle ger gandakynstur av ymsum slag. 

Helle, sum er fyrrverandi danmarkarmeistari í barnagandakynstri, fer at hava eina spennandi gandaframsýning við livandi djórum og nógvum óvæntaðum upplivingum, har áskoðararnir eru við frá byrjan til enda.

Eftir framsýningina fer Helle at gera stuttlig ballóndjór til børnini.  

Frá klokkan 13 fáast ókeypis ballónir, áðrenn sjálv ævintýraferðin við Gandadusti fer í gongd. 

Skráin:

Klokkan 13-15: Ókeypis ballónir 

Klokkan 14:00: Ævintýraferð við Gandadusti, har gandað verður við livandi djórum

SMS bjóðar stuttligar sleikisneisir aftan á tiltakið

SMS – ein fríløta í Havn