KÍ málverjin er ikki við í Serbia

Hannis Matras verður eykamálverji, meðan Sebastian Linnet John hóskvøldið fer at verja KÍ málið

KÍ ferðalagið er komið til Serbia, har dystur í Europa Conference League verður hóskvøldið klokkan 19. KÍ ferðalagið fór í morgun við leiguflogfarið úr Keypmannahavn. Tað eru 20 spælarar og 10 hjálparfólk í ferðalagnum.

 

Higartil í ár hevur Mark F. Jensen verið fremsti KÍ málverjin, men hann er ikki við í Serbia. Tá ið KÍ hóskvøldið vann 2-0 á heimavølli ímóti finska SJK, varð Mark F. Jensen á børu borin av vøllinum, tá ið ein hálvur tími var farin. Eftir samanbrest við mótstøðumann brast Mark í vøllin. Hann var koyrdur á landssjúkrahúsið og varð útskrivaður sama kvøldið.

 

Løsturin vísti seg tó at vera so mikið dyggur, at Mark ikki enn er førur fyri at spæla, og tí er hann ikki í ferðalagnum í Serbia.

 

Hóskvøldið var tað Sebastian Linnet John, sum loysti av og helt málið reint. Tað verður Sebastian Linnet John, sum hóskvøldið fer at verja KÍ málið. Hann verður roknaður at vera fullgóður avloysari. Nýggjur á KÍ beinkinum er Hannis Matras, sum er uppvaksin í KÍ og altíð hevur umboðað barndómsfelagið.

 

Sambært FaroeSoccer hevur 24 ára gamli Hannis Matras spælt fýra landskappingardystir í bestu deildini og 66 dystir í næstbestu deildini. Hann hevur ongantíð verið í europeiskari kapping. Síðsta ferðin, at Hannis spældi í bestu deildini, var 10. juni í 2023, tá ið KÍ á heimavølli vann 1-0 ímóti TB.