Samson við Jan Mayen eftir norskum sleipibáti

Sleipibáturin Samson hjá skipasmiðjuni Mest hevur verið við Jan Mayen eftir sleipibáti, sum fekk um skrúvuna. Teir eru nú á veg á Havnina.

Fríggjakvøldið setti Samson M/s hjá skipasmiðjuni MEST kósina longu ferðina norður til Jan Mayen eftir norska sleipibátinum Stadt Florø M/s, sum hevði fingið enda um skrúvuna.

 

Ferðin norður gekk sera væl, og vóru teir frammi hjá sleiparanum klokkan 2 mánamorgunin. Aftaná at sett varð fast, varð kósin sett aftur á Havnina, har teir væntast at vera seint hóskvøldið.

 

Teir hava verið sera hepnir við veðrinum, og gongur tað væl at sleipa. Hava eina sleipiferð heim á 6 míl.  

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##