Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónirnar mugu hækkast

Í Føroyum hava vit uml. 8.400 fólk­a­pen­sjón­ist­ar og knapt 2.000 fyri­tíð­ar­pen­sjón­ist­ar, ið fáa antin lægstu, miðal ella hægstu fyri­tíð­ar­pensjón.

Pensjónirnar eru púra aftu­r­út­sigldar og sera lítið hækk­aðar í krónum í mun til ta løn­ar­hækkan, roknað í krón­um, sum fakfeløgini á al­menna og privata ar­beiðs­markn­að­i­num hava fing­ið seinnu árini. Eisini eru pen­sjón­ir­nar út­hol­að­ar av sera stór­um prís­hækk­ing­um á mati og øðrum neyð­synj­ar­vør­um. Fólka- og fyri­tíð­ar­pen­sjón­ist­ar­nir hava held­ur ikki fingið lut í tí skatt­a­lætta, ið givin varð í lands­skat­t­i­num fyri árini 2024 og 2025.

 

Pensjónsveiting­ar­nar eru nú so lágar, at nógv­ir pen­sjón­ist­ar, kenna seg noydd­ar at søkja um hjálp gjøgn­um yms­ar hjálp­ar­pakkar hjá Al­mann­a­verk­i­num. Hjálp­ar­pakk­ar­nir hjá Al­m­ann­a­verk­i­num eru nógv­ir í tali og krevja um­fat­andi umsiting – bæði hjá Al­mann­a­verk­i­num og pen­sjón­ist­i­num.

 

Nógvir pensjónistar, ið ein­ans ella nærum einans hava pen­sjón at liva av, hava ilt við at klára seg og svara hvørj­um sítt uttan at søkja um eykahjálp gjøgn­um hjálp­ar­pakk­ar hjá Alm­ann­a­verk­i­num.

 

Sambært Hagstovu Før­oya hava 15% av pen­sjón­ist­um, ið eru 67 ár ella eldri tøka inn­tøku, ið liggur undir fá­tækr­a­váð­a­mark­i­num. Hetta merkir at gott 1.200 pen­sjón­ist­ar, ið eru 67 ár ella eldri liva í fátækraváða/ fá­tækr­a­dømi og hava inn­tøku, ið liggur undir fá­tækr­a­váð­a­mark­i­num.

 

Miðal og lægsta fyri­tíð­ar­pen­sjón­in liggur langt undir fá­tækr­a­váð­a­mark­i­num. Fyri árið 2023 var fá­tækr­a­váða­markið 167.993 kr. Tøk miðal­fyr­i­tíð­ar­pen­sjó­n­in (inn­tøka eftir skatt og gjøld) fyri 2025 er einans 155.751 kr. og lægsta fyritíðarpensjón til støk einans 155.208 kr). Hes­ar fyritíðarpensjónir eru alt ov lágar og liggja gott 12.000 kr. undir fá­tækr­a­váð­a­markinum. (kelda Hag­stova Føroya og Al­mann­a­mál­a­ráðið)

 

Tøka inntøkan hjá fólk­a­pensjónistum ligg­ur somuleiðis undir fá­tækr­a­váð­a­mark­i­num. Stak­ir fólka­pen­sjón­is­t­ar, fødd­ir fyri 1. jan 1953, fáa 165.678 kr. í  fólkapensjón og sam­halds­fasta, meðan stakir fólk­a­pen­sjón­ist­ar, ið eru føddir eftir 1. jan. 1953, fáa 166.090 kr. (kelda Al­mann­a­ma­l­a­ráð­ið)

 

Landssstýrið og løgtingið mugu borga fyri, at fólka- og fyr­itíð­ar­pen­sjón­irnar verða hækk­að­ar heilt munandi. Held­ur enn at pjøssa um ván­a­ligu støðuna hjá lág­lønt­um pensjónistum og nýta hóp av hjálparpakkum, ið eru sera kostnaðartungir hjá Al­mann­a­ver­k­i­num at um­sita, vildi verið skilabetri at sett í verk skipan líknandi danska “Ældr­e­check”, har lág­lønt­ir pen­sjón­ist­ar kunnu fáa eitt ískoyti til pen­sjóns­við­bót­ina. “Ældre­check­ur­in”, ið 25% av donsk­um pen­sjón­ist­um fáa, er fyri ár­ið 2025 25.700 kr.

 

Í Føroyum kundu vit slopp­ið undan fátækraváða/fá­tækr­a­dømi millum lág­lønt­ar pensjónistar, um skip­an við “Ældrecheck” líkt tí donsku skipanini varð sett í gildi.

 

 

 

Áhugabólkur Pensjónista

 

Jóhan Carl Dam

 

Ingrid S. Henriksen

 

Heidi Egilsnes Hammer

 

Maria Jacobsen

 

Bozena Rasmussen

 

Eyðun Ellendersen

 

Nina Dahl