Ein maður í 20'unum játtaði í grundlógaravhoyring í gjár at hava brotið inn í átta ymisk støð. Teirra millum í Rúsuna á Sandi og ymsa staðni í Havn. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava brotið inn í Effo-støðina í Kollafriði, men tað noktar hann.
Um 10 tíðina í gjár vóru grindaboð. Onkur hevði sæð eina grind millum Stong og Eystnes, men grindin hvarv.
Og í nátt vóru boð eftir løgregluni til miðbýin í Havn, har nakrir ungir menn tveittu runt við urtapottum hjá kommununi. Men tá løgreglan kom á staðið vóru menninir horvnir. Tey, sum boðaðu frá ólevnaðinum, settu urtapottarnar upp á pláss aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











