Tað er eitt paradox at tosa um langtíðar haldføri av búskapinum uttan eisini at hyggja eftir forskatting av inngjaldi til eftirløn, og hvat tað ger við búskapin.
Lógin um at forskatta inngjald til eftirløn, kom í gildi 1. jan. 2012 og fyri – á pappírinum – at minka um undirskotið á fíggjarlógini. Fyrsta árið 2012 gav hetta 213 milliónir kr., og í 2025 pyntaði forskattingin fíggjarlógina við 569 milliónum kr. og undirskotið gjørdist tilsvarandi minni.
Reelt er forskatting av inngjaldi til eftirløn, eitt falsum, um tað fer beinleiðis til forbrúk, og ikki í ein grunn. Í praksis legaliserar lógin stuldur av skattakrónum, tí hetta eru skattakrónur, ið skuldu komið til útgjald saman við pensiónini. Komandi pensionistar, hvørs inngjald til eftirløn er forskattað og brúkt, hava sostatt ikki eitt klovið oyra til at gjalda í skatt, og enda sum ein paria, sum eingin vil vita av, tí tey tá ítøkiliga verða ein fíggjarlig byrða, tí skatturin, sum tey nú av røttum skuldu goldið, bleiv stolin í forskattingini og brúktur.
Hetta eru ikki smápengar vit tosa um. Hesi seinastu 14 árini hevur forskattingin av inngjaldi til eftirløn givið: í 2012/213 mill. kr., 2013/247, 2014/266, 2015/277, 2016/294, 2017/321, 2018/351, 2019/397, 2020/408, 2021/438, 2022/475, 2023/518, 2024/569 og í 2025/636 mill. kr., íalt 5,410 milliardir kr., og alt er farið til forbrúk. (kelda Fíggjarmálaráðið).
Í Føroyum koma vit framyvir, sambært aldursfordeiling, at hava eitt væl størri tal av pensionistum enn av yngri arbeiðsførum fólki, og tí vil eitt framhald av forskatting av pensiónum spenna bein fyri einum langtíðar haldføri av búskapinum, og tí mugu komandi politikarar taka henda spurning í álvara og longu nú taka hann við í teirra valskrá.
Okkara grannar hava ikki forskatting av pensiónum, men eitt nú í DK hava tey stórar pensiónsgrunnar / -fondar, ið gevur DK munagóðan fíggjarligan stabilitet og rásarúm.
Sum er, er okkara framferð við forskatting av pensiónum til forbrúk stuttskygd, og er at javnstilla við at pissa í buksurnar fyri at halda varman.
Regin Eikhólm, 11.03.2026











