Við hesum skrivi vilja vit varpa ljós á ein álvarsligan trupulleika í føroyska vælferðarsamfelagnum: vantandi samanhangandi audiologopediskt tilboð til vaksin.
Tá ein persónur verður raktur av sjúku ella skaða, sum ávirkar talu og samskifti, er neyðugt við audiologopediskum serkunnleika at endurmenna hesa lívsneyðugu funktión.
Uttan møguleikan at samskifta, missir ein møguleikan at virka sjálvstøðugt. Hetta rakar serliga borgarar við:
- Afasi eftir apopleksi
- Neurologiskum sjúkum so sum parkinson, ALS og demens
- Cochlear implantat
- Øðrum mál- og samskiftistrupulleikum
Núverandi skipan ger stóran mismun á borgarum – ikki fakliga grundað á tørvin, men á aldur. Sjúklingar á sjúkrahúsum fáa audiologopediska tænastu undir innlegging, har aldur ikki er ein avmarking, men eftir útskriving er tænastan ójavnt býtt:
- 0–18 ár: Sernám veitir audiologopediska tænastu
- 18–67,5 ár: Almannaverkið veitir audiologopediska tænastu
- 67,5+ ár: Ongin skipað tænasta í eldraøkinum.
Hetta merkir, at aldursbólkurin (67,5+), ið m.a. oftast verður harðast raktur av samskiftisavbjóðingum vegna seinheilaskaða, fær onga hjálp eftir útskriving av sjúkrahúsi. At vísa hesum fólkum frá sær vegna aldur er hvørki fakliga, etiskt ella samfelagsliga forsvarligt. Harumframt verða eisini tey avvarðandi rakt, tí samskifti er ein felagsfunktión í sambondunum okkara millum.
Ójavnvág í raðfesting
Tørvurin er stórur, men tilboðið er avmarkað innan audiologopediska økið. Í mun til onnur endurmenningarøki er ójavnvágin greið (tølini eru tikin av heimasíðuni hjá Almannaverkinum og Sjúkrahúsverkinum):
- Almannaverkið: 11 fysioterapeutar, 8 ergoterapeutar – men bara normering til 2 audiologopedar.
- Sjúkrahúsverkið: 26 fysioterapeutar, 7 ergoterapeutar – men bara normering til 1 audiologoped.
- Eldraøkið: eingin audiologopedur, fleiri fysio- og ergoterapeutar í teimum ymisku samstørvunum hjá kommununum.
Hetta verður ikki nevnt, tí vit ikki meta hini fakøkini hava týdning, men fyri at vísa á ójavnvágina í raðfestingini sum heild. Tað ber heldur ikki til at samanbera hesi fakøkini beinleiðis 1:1, tí avbjóðingarnar hjá fólki eru so ymiskar. Men í praksis merkir hetta, at fólk við seinheilaskaða, ið bæði hava kropsligar og samskiftisavbjóðingar fáa tvær dagligar venjingar við ergo- og fysioterapeuti undir innlegging, meðan audiologopedisk venjing bert verður veitt 2-3 ferð um vikuna.
Eftir útskriving hava fólk við seinheilaskaða yngri enn 67,5 ár møguleika at fáa áhaldandi fysio-, ergoterapeutiska og audiologopediska endurmenning í Almannaverkinum. Innan eldraøkið steðgar audiologopediska endurmenningin við útskriving.
Hetta skapar eina greiða ójavnvág, og vit uppliva javnan, at familjur spyrja: Hví eru tala og samskifti niðurraðfest í mun til kropsliga venjing, hóast bæði eru lívsneyðug fyri at varðveita sjálvræði og lívsgóðsku?
Avleiðingar av manglandi audiologopediskari hjálp
- Fólk missa møguleikan at varðveita ella endurmenna samskiftisførleikar.
- Avvarðandi verða sett undir stórt trýst og fáa onga vegleiðing.
- Kommunur missa møguleikan at fyribyrgja harðari røktartrupulleikum og øktum
útreiðslum.
Hvørjar eru politisku ætlaninar við samskiftisøkinum í Føroyum?
Í fleiri ár hevur verið tosað um tørvin á einum betri skipaðum samskiftisøki í Føroyum - við einum møguligum samskiftisdepli, sum vit kenna tað úr Danmark. Eitt stað, har fakliga vitanin og tænastan eru savnaðar á sama stovni, í tøttum samstarvi við onnur fakøki innan endurmenning. Eitt stað, har ein og hvør við samskiftisavbjóðingum og avvarðandi kunnu venda sær at fáa eina dygdargóða tænastu, óansæð aldur.
Í 2023 tók Almannaverkið stigið og stovnaði deildina Samskiftismenning, sum vit fegnaðust um. Endiliga varð samskiftið sett í miðdepilin. Men tilboðið fevnir bert um borgarar í aldrinum 18–67,5 ár, og frá 2026 er samskiftisøkið aftur niðurlagað í Almannaverkinum, har deildirnar Samskiftismenning og Tulking eru lagdar undir aðrar deildir – eitt stórt afturstig, sum vit harmast um.
Vit ynskja politiska raðfesting og greiða ætlan fyri økið, sum t.d. at:
- Byggja upp eina landsfevnandi audiologopediska tænastu til vaksin.
- Tryggja javna játtan til samskiftisøkið í mun til onnur endurmenningarøki.
- Menna tilboð innan t.d. afasi, dysartri og alternativt samskifti.
Hetta er ikki bert ein faklig raðfesting - hetta er ein íløga í menniskjað, lívsgóðsku og í at fremja øktar møguleikar til sjálvbjargni. Vit vita, at politikarar ynskja eitt samfelag, har øll hava møguleika at samskifta – nú er tíðin at gera hetta til veruleika, og vit vóna, at okkara áheitan um at fáa hetta framt í verki, verður tikin til eftirtektar.
Áhugafelagið Føroyskir Audiologopedar










