Frumlag eftir Abbason Jógvan á Toppafløtu

Terji er nokk mest kendur sum blústónleikari og sum onnur helvtin av bólkinum maður:glotti.

 

Undir navninum Abbasonur Jógvan á Toppafløtu gevur Terji Krossteig út talgilt staklag við heitinum mjólk.


Terji er nokk mest kendur sum blústónleikari og sum onnur helvtin av bólkinum maður:glotti.


Við hesi verkætlan fer Terji at leggja dent á kassagittarin og tað einfaldu framleiðslu av løgum.


“Eg havi altíð elska ljóði av einum kassagittara og eg elski at hoyra singer/songwriters sum við sínum lagi, orðum og einum gittara, kunna nema meg og mála myndir í mínum hugaheimi”


Lagið “mjólk” er ein væl kend søga um mista dreymin – tann stóra hjartasorgin sum kann raka okkum øll, ung sum eldri, og hon byrjar uppi í fjøllunum við bygdini Imst í Tirol.


Ragnar Finsson hevur tikið upp, ljóðblandað og frumbandað. Lagi er at hoyra á mest øllum talgiltum stroymingar tænastum.


Jógvan á Toppafløtu, búsettur undir Gøtueiði og giftur við Harriet Sofíu Krossteig úr Leirvík, var doyptur Joen Andreas Joensen, men var kendur sum Jógvan á Toppafløtu ella SEV Jógvan. Jógvan var abbi Terja Krossteig.

 

Lurta eftir Mjólk