Fyri fyrstu ferð á løgtingsval í mars

Ongantíð áður hevur eitt løgtingsval í Føroyum verið í marsmánaði. November hevur verið vanligasti valmánaður til løgtingsval

Men vit hava kortin havt valstríð á jólum. Tað høvdu vit í 2003, tá Anfinn Kallsberg skrivaði út val 5. desember at vera 20. januar árið eftir.

 

Eisini í 2007 var valstríð, tí regluliga valið í 2008 var 19. januar. Mest vanligi valmánaður er november. Tí frá 1945 til 1990 vóru øll val hildin í november. Í 1945 var valið 6. november. Og tá kongur sendi tingið til hús eftir fólkaatkvøðuna um loysing í 1946 varð valið heildið 8. november. Hesin dagur var valdur á øllum valunum fram til 1970, tí tá fall 8. november á ein sunnudag.

 

Og sunnudag ber ikki til at halda løgtingsval. Tí vóru valini í 1970, 1974 og 1978 hildin 7. november.

 

Tá val so var í ótíð í 1980, var aftur 8. november valdagur, og tað var hann eisini í 1984 og 1988. Í 1990 var aftur val í úrtíð, men tað var ov langt útliðið til at halda seg til 8. november, og var valið tí 17. november. Tað er so higartil seinasti novembervaldagur í Føroyum.

 

Niðanfyri síggjast øll løgtigsvalini síðani 1906, tá vit fingu floksbýti á tingi:

 

Sigast skal, at bókstavirnir A, B, C, D, E eru fyri ávikavist Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi. F hevur verið listabókstavur hjá ymsum flokkum. Síðani 2011 hevur F verið bókstavurin hjá Framsókn, og síðani 1994 hevur H verið bókstavurin hjá Miðflokkinum. G var í 1994 og 1998 bókstavurin hjá Verkamannafylkingini:

 

##med2##