Fyrsta FM kappin í sandflogbolti verður avgjørd í Fuglafirði

Fyrsta FM kappingin í sandflogbolti, sum er skipað av Flogbóltssambandi Føroya verður avgjørd um vikuskifti í Fuglafirði, har mentanarvika er

Harvið verða føroyameistarar í sandflogbólti kosnir á fyrsta sinnið í Føroyum.

 

Tilsamans 6 FM stevnur hava verið hildnar kring landið. Hin fyrsta var 27. juni í Fuglafirði og síðani tá, hava stevnur verið í tvær ferðir í Sandavági, í Havn, á Sandi og so aftur í Fuglafirði. Á hvørjari av hesum stevnunum hava leikarar vunnið sær stig fyri á tann hátt at hava møguleikan fyri at vinna seg endaligu FM kappingina, sum verður í Fuglafirði um vikuskifti. Fremstu fýra liðini hava møguleikan fyri at leika um endaliga føroyameistaraheitið. Hetta er líknandi leistur, sum verður brúktur í grannalondum okkara.

 

Hjá kvinnunum eru tað serliga trý lið, sum hava luttikið í flestu kappinunum og sum nú liggja væl fremst í samlaðu FM kappingini. Hesi eru Bylgja Holm og Julie Madsen, sum liggja á odda nú innleiðandi FM stevnurnar eru liðnar. Nr. 2 eru Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir og nr. 3 eru Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen.

 

Hjá monnunum hava fýra lið síðani 27. juni á skift ligið fremst í samlaðu kappingini. Nú farið verður til kappingina millum fremstu fýra liðini liggja Kaj Johannesen og Elias B. Jensen á odda. Nr. 2 eru Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen. nr. 3 eru Jens Heri Bolstad Mortensen og Tórður Højsted og nr. 4. eru Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev.

 

Sermerkt fyri mennirnar er, at Jens Heri Bolstad Mortensen, Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytrieev hava luttikið í kappingum við ymiskum liðum fyri á tann hátt at vinna nóg mikið at stigum fyri at koma til kappingina milum fýra tey fremstu. Hetta er ein møguleiki fyri at taka hædd fyri skaðum, men eisini tí at kappast í veruleikanum verður gjøgnum summarið har fólk vanliga fara í feriu.

 

Kappingin ímillum fremstu fýra liðini byrjar fríggjadagin 4. september kl. 16.45 og heldur áfram leygardagin frá kl. 11.15. Finalan fyri kvinnur verður leygardagin kl. 15.00 og fyri menn leygardagin kl. 16.00

 

Kappingin verður í innandura sandflogbóltshøllini, Koksið, sum liggur við havnalagið í Fuglafirði.