Íslendska løgreglan kannar eitt drápsmál á Kársnesi í Kópavogi, sum fór fram í gjár.
Sambært RÚV siga grannar, at teir sóu tveir myrktklæddar menn fara úr einum bili í gøtuni og ganga móti húsinum. Umleið 15 minuttir seinni var løgreglan á staðnum.
Aðrir grannar hava sambært íslendsku miðlunum Vísi og Morgunblaðnum greitt frá, at tveir menn seinni komu rennandi úr húsinum. Grannar hoyrdu eisini róp úr húsinum.
Ein maður varð fyri álvarsligum harðskapi og varð fluttur á Landspítalan, har hann seinni doyði.
Fleiri fólk eru handtikin í málinum. Ein varð handtikin stutt eftir hendingina, meðan fleiri onnur vórðu tikin í løgregluátøkum í eystara parti av Reykjavík.
Løgreglan vil ikki upplýsa, um maðurin, sum doyði, var íslendskur ella útlendskur ríkisborgari. Heldur ikki verður upplýst, um hann búði í húsinum ella var komin hagar aðrastaðni frá.
Enn er ikki avgjørt, um løgreglan fer at biðja um, at tey handtiknu verða varðhaldsfongslað.
Kelda: RÚV










