Sjúkrahúsverkið skrivar, at endamálið við grunninum er at stuðla gransking, menning og kunning, sum kann betra um viðgerð og fyribyrging av diabetes í Føroyum.
Tær, ið manna nevndina, eru:
- Lea Skaalum, forkvinna í Diabetesfelagnum
- Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni við diabetes sum serøki
- Fríða Patursson, advokatur
Formaður í nevndini er Fríða Patursson.











