Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld fjórðingsfinalu á heimavølli í donsku steypakappingini.
Mótstøðuliðið, Nykøbing-Falster hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men Viborg vann dystin 30-29. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Jana gjørdist sigursmálskjútti hjá, tá hon við einum gjøgnumbroti skoraði til 30-29 við bert 24 sekundum eftir á klokkuni.
Sostatt skulu Jana og liðfelagarnir royna seg í Final Four, ið verður ein stór avbjóðing og uppliving.
Jana hevði brent tríggjar málmøguleikar áðrenn, og hetta var einasta málið hon skoraði í kvøld. Men sigast má, at hon valdi sær løtuna væl.
Í assistspælinum gekk sum ofta fyrr framúr væl hjá Janu. Í kvøld legði hon upp til seks mál. Og hon vann eisini liðnum eitt brotskast.











