Ísrael hevur aftur søkt at Gazabýi í dag

Hamas sigur, at tey halda vápnahvíldaravtaluna, men Ísrael vil vera við, at talan er um greitt brot á avtaluna

Í dag vistu ísraelskar tíðindastovur at siga, at skotbardagar høvdu verið millum ísraelskar deildir og limir í Hamas

Aftur í kvøld hevur Ísrael lopið á Gazabý úr luftini.

 

Orsøkin er, sigur Ísrael, at vápnahvíldin hevur verið brotin har suðuri í Gazageiranum.

 

Hamas vísir aftur, at felagsskapurin hevur nakað við álopið á ísraelsk herfólk í Rafat at gera.

 

Fyrr í dag vistu ísraelskar tíðindastovur at siga, at skotbardagar høvdu verið millum ísraelskar herdeildir og limir í Hamas.

 

Sambært Reuters svaraði ísraelski herurin ikki, tá tíðindastovan vendu sær til IDF um viðmerkingar til støðuna.

 

Hamas sigur, at tey halda vápnahvíldaravtaluna, men Ísrael vil vera við, at talan var um greitt brot á avtaluna.

 

Fyri umleið einari viku síðan skuldsetti Ísrael eisini Hamas fyri at hava lopið á ísraelsk herfólk í hersettum øki í Rafah.

 

Men, eisini her segði Hamas seg einki hava við álopið at gera.

 

Sunnudagin lótu fleiri tíggjutals palestinar lív í ísraelskum loftálopum, og í kvøld frættist, at tveir palestinar hava latið lív.

 

 

 

Í dag vistu ísraelskar tíðindastovur at siga, at skotbardagar høvdu verið millum ísraelskar deildir og limir í Hamas