Grimsby vann fimta sigurin á rað

David Geza Turi fekk 82 minuttir á vøllinum í kvøld

Tað gongur væl hjá David Geza Turi og liðfeløgunum í Grimsby Town í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. Í kvøld vunnu teir fimta dystin á rað í deildini.

 

Harvey Rodgers skoraði sigursmálið sjey minuttir undan steðginum, tá Grimsby á útivølli í kvøld vann 1-0 á Colchester. 

 

Kieran Green hjá Grimsby var vístur av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men liðfelagarnir megnaðu at halda tætt. 

 

Geza fekk 82 minuttir á vøllinum í kvøld. Geza fær karakterin 7,1 frá Flashscore/Soccerstand og 7,3 (av 10 møguligum) frá Sofascore fyri sítt avrik í kvøld.

 

Grimsby er nummar níggju í deildini við 43 stigum. Grimsby hevur trý stig upp til Swindon, ið er á sjeynda plássinum, ið gevur rættin til at spæla um uppflyting við endan av kappingarárinum.

 

Komandi leygardag klokkan 12.30 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti MK Dons.