Håkan hekk í klønum tráð

Toppurin í Fótbóltssambandinum hevur viðgjørt støðuna á manslandsliðnum

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Toppurin í Fótbóltssambandinum hevur viðgjørt støðuna á manslandsliðnum. Sum skilst, so hekk Håkan Ericson í klønum tráð fríggjakvøldið eftir tapið móti Lettlandi, men yvirlivdi vektingina.

 

(Grein úr Sosialinum 26. septembur)

 

Håkan hekk í klønum tráð

 

Kritikkurin móti manslandsliðnum hevur verið veksandi seinastu dystirnar. Serliga eru tað tapini móti Lettlandi, fyrst í Baltic Cup og síðani í Nations League, sum gera at stemningurin rundan um landsliðið er broyttur.

 

Sosialurin kann í dag avdúka, at starvsnevndin og toppurin av Fótbóltssambandinum hava á fundi viðgjørt støðuna á manslandsliðnum. Hetta var eftir øllum at døma fríggjakvøldið, eftir tapið móti Lettlandi í Riga, har Føroyar taptu 1-0.

 

Sosialurin hevur fingið upplýst, at tað var ósemja á fundinum, um Håkan Ericson skuldu halda fram. Tað eru røddir, sum halda at tað er besta at finna ein nýggjan landsliðsvenjara, meðan leikur er góður. Onnur halda, at Håkan Ericson og venjaratoymið skal halda fram. Sum skilst verður víst á úrslitini, og at fýra ár í landsliðsfótbólti ikki er ov long tíð.

 

 

 

Fekk góða byrjan

 

Håkan Ericson tók við í desembur 2019 og fyrstu tíðina vóru stór framstig. Venjaratoymið bleiv útbygt við fleiri nýggjum postum. Millum annað við væl lýdda Igor Ardoris, sum er sálarligur venjari. Hann fekk stórt rós fyri at kava niður í ein part av spælinum, sum føroysku landsliðsspælararnir ikki vanliga sleppa at arbeiða við. Eisini bleiv høgt virdi Magni Mohr endiliga partur av landsliðnum og kropsligu avrikini blivu eisini betur.

 

Føroyar byrjaðu við at vinna 3-2 á einum tómum Tórsvølli móti Malta í Nations League. Brandur Hendriksson bleiv hetjan við framúr frísparki í yvirtíðini. Tað var nógvur gangur um landsliðið, tí Andreas Lava Olsen var úttikin. Eisini hann vísti sítt virði og livdi upp til heiti sum “jokari”. Hann kom inn og javnaði í 87. minutti.

 

Føroyar vunnu Nations League bólkin og fluttu upp í C-deildina. Í seinnu hálvu av 2021 toppaði landsliðið undur Håkani Ericson. Tríggjar ferðir spældi føroyska liðið fult upp við sterka mótstøðu sum Denmark, Eysturríki og Skotlandi, men tapti tepurt. Sigurin kom móti Moldova.

 

Í 2022 er gongdin framvegis góð. Føroyar fáa átta stig og blíva nummar 3 í bólki 1 í deild C í Nations League. Stóru løturnar eru í Luksemborg, har føroyska liðið vinnur seg upp á 2-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 – og sjálvandi sigurin á Turkalandi á Tórsvølli.

 

Byrjanin til avbjóðandi tíðarskeiðið á landsliðnum er EM 2024 undankappingini. Føroyska liðið letur fá mál inn, men tað er kritikkur av avrikinum og til tíðir eisini landsliðsúttøkunum. Tað verður tosað um ein minkandi áhuga fyri landsliðsfótbólti og tað rennur alt saman, tá Føroyar í Baltic Cup tapa 4-1 móti Estlandi og síðani 1-0 móti Lettlandi.

 

 

 

Håkan hevur reist seg fyrr

 

Føroyski landsliðsvenjarin hevur fyrr víst, at hann kann fáa liðið at reisa seg, tá hann mest hevur brúk fyri tí. Eitt gott dømi var fyrsti dysturin móti Malta. Tað var týdningarmikið at byrja við einum sigri og kann kom, men í yvirtíðini.

 

Eftir eitt heldur drúgt heyst í 2020 við trimum 1-1 javnleikum móti Litava, Lettlandi og Malta, so var 1-1 javnleikurin móti Moldova í mars 2021 eitt lítið vónbrot. Seinni tapti Føroyar 4-0 móti Ísrael á Tórsvølli og tað smakkaði illa.

 

Håkan Ericson vísti á, at úrslitið ikki var í tráð við spælið. Tá merktist á fyrsta sinni eitt sindur av mótgongd, men síðani komu tey góðu avrikin móti Danmark, Eysturríki og Skotlandi og síðani sigrar móti Moldova, Litava og seinni Turkalandi.

 

Endin av 2022 og næstan alt 2023 var ein oyðumarkargongd. Eitt broytt landslið tapti 5-0 í Kekkia í venjingardysti, men seinni hildu ósigarnir fram. Átta ferðir taptu Føroyar upp í slag, har serliga 1-0 tapið móti Moldova á Tórsvølli sveið.

 

Tí var føroyska landsliðið nakað kroyst, tá farið var til Albania at seta punktum fyri EM 2024 undankappingina. Tað endaði við ein virðiligum málleysum javnleiki. Tað hevur verið kritikkur av Fótbóltssambandinum, fyri at leingja sáttmálan við landsliðsvenjaran í tvey ár. Hann hevur sáttmála fyri komandi kappingarár eisini og tá hevur hann sitið í seks ár.

 

Komandi tveir dystirnir eru móti Armenia og Lettlandi á Tórsvølli.

 

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)