KÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum KÍ og 07 Vestur

KÍ og 07 Vestur hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

KÍ vann allar tríggjar dystirnar, har tað ikki eydnaðist 07 Vestur at skjóta mál móti KÍ. Páll A. Klettskarð skoraði í øllum trimum dystunum hjá KÍ móti 07 Vestur.

 

Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum níggju stig til KÍ, og einki stig til 07 Vestur.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist 7-0 til KÍ.

 

KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0) - 4. mai

 

1-0 Cedric Yambere (73.)

 

2-0 Páll A. Klettskarð (89.)

 

07 Vestur-KÍ 0-4 (0-2) - 4. august

 

0-1 Kristoffer Ødemarksbakken (14.)

 

0-2 Kristoffer Ødemarksbakken (31.)

 

0-3 Jóannes K. Danielsen (68.)

 

0-4 Páll A. Klettskarð (80.)

 

07 Vestur-KÍ 0-1 (0-0) - 29. september

 

0-1 Páll A. Klettskarð (66.)