Allir teir smáu trolbátarnir liggja

Samstundis, sum teir smáu trolbátarnir liggja, eru øll partrolarapørini til fiskiskap

- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap. Tey fáa mest av upsa og nakað av hvítum fiski. Fiskiskapurin er misjavnur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør framvegis eru á gulllaksaveiði.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva í bretskum sjógvi, og her er eisini ein frystitrolari.

 

Haraftrat er ein frystitrolari í Eysturgrønlandi.

 

Í løtuni er eingin av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Allir liggja við bryggju, men helst loysir onkur í næstum.

 

Trý garnaskip eru til fiskiskap - tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku, og øll garnaskipini koma inn at landa hesa vikuna.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligar, men tað er smáligur fiskiskapur eftir havtasku.