Erling Braut Haaland skoraði tvær ferðir, tá Noreg vann 4-1 á Irak í fyrsta HM-dystinum hjá norðmonnum í 28 ár. Mynd: Justin Setterfield/Ritzau Scanpix.**

Haaland skoraði tvær ferðir í norskum HM-comebacki

Noreg fekk eina dreymabyrjan upp á sítt fyrsta HM-endaspæl í 28 ár, tá liðið í nátt vann 4-1 á Irak í fyrsta bólkadystinum.

Erling Braut Haaland skoraði tvær ferðir, tá Noreg vann 4-1 á Irak í fyrsta HM-dystinum hjá norðmonnum í 28 ár. Mynd: Justin Setterfield/Ritzau Scanpix.**

Stóra hetjan var Erling Braut Haaland, sum skoraði tvey mál og legði lunnar undir norska sigurin. Manchester City-áleyparin legði Noreg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Irak javnaði stutt fyri steðgin.

Noreg svaraði tó beinanvegin aftur, tá Haaland revsaði eitt mistak í iraksku verjuni og skoraði til 2-1.

Í seinna hálvleiki økti innskifti Leo Østigård til 3-1, áðrenn Irak í yvirtíðini sendi bóltin í egið mál til endaliga úrslitið 4-1.

Noreg hevði tamarhald á stórum pørtum av dystinum, men Irak hevði eisini fleiri góðar málmøguleikar, serliga í fyrra hálvleiki.

Næstu dystirnir hjá Noregi verða móti Senegal og Fraklandi.

 

 

 

Erling Braut Haaland skoraði tvær ferðir, tá Noreg vann 4-1 á Irak í fyrsta HM-dystinum hjá norðmonnum í 28 ár. Mynd: Justin Setterfield/Ritzau Scanpix.**