Batar eru at hóma, men happing og strongd elva framvegis til høvuðbrýggj á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tað er høvuðsniðurstøðan í nýggjastu trivnaðarkanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Starvsfelagið.
Kanningin varð almannakunngjørd mikudagin og løgd fyri leiðslur, álitisfólk og sáttmálapartar á kunnandi tiltaki í Lívdini í Hoyvík.
– Eg fegnist um batarnar, men eg eri bilsin av, at tølini framvegis eru so høg, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Starvsfelagið hevur seinastu árini miðvíst varpað ljós á trivna og sálarliga arbeiðsumhvørvið, og tí kemur tað óvart á Súna Selfoss, at framburðurin ikki er størri og tølini frægari, enn kanningin vísir.
Hægri enn í grannalondunum
Kanningin vísir, at talið av teimum, sum hava upplivað happing á arbeiðsplássinum, er lækkað úr 20 niður í 16 prosent samanborið við kanningina, sum varð gjørd í 2023. Hóast talið er lækkað, er tað framvegis munandi hægri enn í líknandi kanningum í okkara grannalondum.
Kanningin staðfestir, at happing sum oftast fer fram millum starvsfelagar, men ovasta leiðsla og nærmasti leiðari kunnu eisini vera ein partur av trupulleikanum.
Eingin munur er millum menn og kvinnur í sambandi við happing, men yngri starvsfólk og tey við longstu útbúgvingunum eru meira strongd og hava oftari lyndi til at skifta starv. Vantandi viðurkenning á arbeiðsplássinum økir eisini um sannlíkindini fyri starvsskifti.
Strongd skyldast í stóran mun arbeiði. Umleið ein triðingur av strongdini stendst av ov stórari arbeiðsbyrðu, vantandi javnvág millum arbeiði og frítíð ella tá ið arbeiði ávirkar sálarliga á ein neiligan hátt.
Góð sambond, gott samanhald og eitt greitt samskifti kann minka um happing og útihýsing, og tey arbeiðspláss, sum seinastu trý árini hava gjørt trivnaðarkanningar, standa seg betur enn hini í mun til viðurkenning frá bæði starvsfólkum og leiðarum.
Álitið er ymiskt á, hvussu arbeiðspláss handfara happing og strongd. Starvsfólk undir Fíggjarmálaráðnum hava lægsta álitið, meðan tey undir Føroya Arbeiðsgevarafelag hava besta álitið.
Mugu vísa ábyrgd
Trivnaðarkanningin hjá Starvsfelagnum er uppfylging til umfatandi kanningarnar um strongd frá 2014 og um happing frá 2023.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, heldur, at kanningarnar eru dømi um, at Starvsfelagið tekur samfelagsliga ábyrgd og vil stimbra almennu fatanina og tilvitskuna um sálarliga arbeiðsumhvørvið og minka um mistrivnað, happing og strongd á arbeiðsmarknaðinum.
Starvsfelagið heldur, at arbeiðsgevarar og leiðslur eiga at vísa ábyrgd og taka trupulleikan við happing og strongd í størsta álvara.
Umboð fyri sáttmálapartarnar vóru til staðar til framløguna mikudagin og luttóku í orðaskifti.
Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sum eisini umsitur starvsfólkamál, Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Bina Reginsdóttir, fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum eru samd um, at tølini í nýggjastu kanningini als ikki eru nøktandi.
Kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvið kom í gildi 1. august í fjør og staðfestir ábyrgd arbeiðsgevarans at tryggja sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Starvsfelagið fer í eini longri greinarøð í komandi útgávu av Starvsblaðnum at seta sjóneykuna á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Blaðið kemur út í februar.
##med2##












