Mánakvøldið 12. januar skipaði Nes kommuna fyri borgarafundi um ferðavinnuætlanina. Fundurin var í nýggja og hugnaliga Undirhúsinum á Tofturm.
Fyri Nes kommunu hevur ein ferðavinnubólkur í vetur gjørt neyðuga arbeiðið til tess at fáa eina so fullfíggjaða ferðavinnuætlan sum møguligt fyri kommununa.
- Í tilgongdini at gera arbeiðið hava verið nakrir hoyringsfundir verið, har eitt nú bóndur, ognarar og fólk, sum annars eru knýtt at ferðavinnutiltøkum í lokalsamfelagnum, hava verið á hjá ferðavinnubólkinum.
Á borgarfundinum, har sløk hálvthundrað fólk vóru møtt, bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vælkomin og greiddi frá arbeiðssetninginum, sum ferðavinnubólkurin hevur havt.
Síðan greiddi Óla Kristian á Torkilsheyggi, formaður í ferðavinnubólkinum, frá uppskotinum og segði, hvussu ferðavinnan í kommununi nú er skipað, eitt nú við einum kunningardiski, sum er í Navia og sum byggir á eina samstarvsavtalu millum Nes kommunu og Navia.
Síðan var høvi hjá borgarunum at taka orðið. Áhugin var stórur, nógv fólk tóku orðið, settu fram ymiskar spurningar og góvu viðkomandi hugskot til ein framtíðar ferðavinnupolitikk í Nes kommunu.
Í Nes kommunu kundu tey fegnast um ein væl eydnaðan og gevandi fund, og Nes kommuna takkar hjartaliga fyri góða uppmøting, stóran áhuga og góð hugskot.
- Í vikuni er so ferðavinnuætlanin send til Vinnumálaráðið til góðkenningar, siga tey í Nes kommunu í dag.
Í ferðavinnubólkinum er: Óla Kristian á Torkilsheyggi, formaður, Rannvá í Túni Petersen og Elsa í Hjøllum. Janus Jensen hevur verið skrivari í samband við hetta arbeiðið.
- Vit ynskja at takka ferðavinnubólkinum og Janusi Jensen fyri dygdargott arbeiði. Eisini vilja vit takka bóndum, ognarum, ferðavinnuaktørum og annars øllum borgarum, sum á einhvønn hátt hava verið við í tilgongdini, fyri sera gott samstarv, siga tey í Nes kommunu.











