Tað ræður um at hava sterka longutong. Tveir luttakarar stríðast í týsku meistarakappingini í Fingerhakeln í Pflugdorf í Bayern sunnudagin. Mynd: Angelika Warmuth/Reuters/Ritzau Scanpix

Her kappast teir við longutong

Tað sær bæði løgið og pínufult út, tá menn kappast um at vera sterkastir í longutong.

Tað ræður um at hava sterka longutong. Tveir luttakarar stríðast í týsku meistarakappingini í Fingerhakeln í Pflugdorf í Bayern sunnudagin. Mynd: Angelika Warmuth/Reuters/Ritzau Scanpix

Týska meistarakappingin í sokallaðum Fingerhakeln varð hildin í Pflugdorf í Bayern í dag.

 

Fingerhakeln er ein gamal siðbundin ítróttur í Bayern og Eysturríki. Tveir menn sita hvør sínu megin eitt borð og krøkja longutong í eina lítla leðurlykkju. Síðani ræður um at toga mótstøðumannin yvir um borðið.

 

Dystirnir kunnu vera sera stuttir, men trýstið á fingur og hond er stórt. Hjálparfólk standa aftanfyri luttakararnar og taka ímóti teimum, tá annar verður togaður tvørtur um borðið.

 

Kappingin í Pflugdorf er partur av einari gamlari alpusiðvenju, sum framvegis verður hildin á lívi í Suðurtýsklandi.

 

Á ársins týsku meistarakapping vóru luttakararnir býttir í ymiskar aldurs- og vektbólkar.

 

##med2##

 

Tað ræður um at hava sterka longutong. Tveir luttakarar stríðast í týsku meistarakappingini í Fingerhakeln í Pflugdorf í Bayern sunnudagin. Mynd: Angelika Warmuth/Reuters/Ritzau Scanpix