Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Eg, makin og børnini fara at halda nýggjár heima hjá okkum. Vit hava eisini bjóðað foreldrum okkara, og vit fara øll inn í nýggja árið saman. Tað verður onkur betri biti og kanska okkurt lítið fýrverk við okkara lítlu børnum.
Tað sigur Bjarni K. Petersen.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað var uttan iva, tá eg í summar gjørdist pápi fyri aðru ferð. Vit hava nú tvær døtur, báðar føddar í mai, sum ríka okkara lív so ómetaliga nógv, sigur hann.
Og hvat var tað keðiligasta í 2025?
- Tað keðiligasta mann nokk vera, at eg skuldi frá sum landsstýrismaður í lógarmálum í november. Vit høvdu bygt løgmálaráðið upp til nakað gott og sterkt, og vit arbeiddu við nógvum góðum málum.
Men, hetta fekk tíverri sín enda.
- Men tað er ikki verri enn ilt. Nú skulu onnur bera málini víðari, og eg fari aftur at arbeiða sum løgtingsmaður, sum eg eisini eri farin at síggja fram til, sigur Bjarni K. Petersen.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg vóni mest av øllum, at vit framhaldandi hava góðar vónir um framtíðina. Støðan í heiminum og onnur viðurskifti við, gera sítt til, at fólk eru vorðin meira svartskygd.
Hann vísir á, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er at hava vón fyri framtíðina og hyggja frameftir - at vit royna at verða betri versiónir av okkum sjálvum í dag, enn vit vóru í gjár.
- Vit skulu eisini áhaldandi stremba eftir, at vit lata komandi ættarliði samfelagið upp í hendi í eins góðum ella betri standi, enn tá vit fingu ábyrgdina.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg gevi ikki nýggjárslyfti. Men í 2025 eri eg farin at venja nógv, og eg legði sigarettina frá mær í april. Hesar vanar ætli eg at taka við mær inn í tað nýggja árið, sigur Bjarni K. Petersen.










