HM: James Rodriguez er við í hópinum hjá Kolumbia

Kolumbia skal stríðast við Portugal í innleiðandi bólkaspælinum

Mynd: Ritzau Scanpix

35 ára gamli veteranurin við 124 landsdystum og 31 málum, James Rodriguez er millum teir kosnu í HM-hópinum hjá Kolumbia. 

 

Kolumbia er í innleiðandi bólki K saman við Portugal, Usbekistan og Demokratiska lýðveldinum Kongo.

 

Kolumbia er nummar 13 á FIFA-styrkislistanum.

 

Undan HM-endaspælinum fer Kolumbia at spæla venjingardystir móti Kosta Rika og Jordan.

 

Landsliðsvenjarin, Nestor Lorenzo hevur tikið út hendan HM-hópin:

 

Málverjar:

 

  • Camilo Vargas (Atlas)
  • David Ospina (Atlético National)
  • Alvaro Montero (Velez)

 

Verjuleikarar:

 

  • Johan Mojica (Mallorca)
  • Deiver Machado (Nantes)
  • Daniel Muñoz (Crystal Palace)
  • Santiago Arias (Independiente)
  • Davinson Sanchez (Galatasaray)
  • Jhon Lucumi (Bologna)
  • Yerry Mina (Cagliari)
  • Willer Ditta (Cruz Azul)

 

Miðvallarar:

 

  • Jefferson Lerma (Crystal Palace)
  • Richard Rios (Benfica)
  • Kevin Castaño (River Plate)
  • Jorge Carrascal (Flamengo)
  • James Rodriguez (Minnesota United)
  • Juan Fernando Quintero (River Plate)
  • Gustavo Puerta (Racing Santander)
  • Juan Camilo Portilla (Cub Athletico Paranaense)
  • Jhon Arias (Palmeiras)
  • Jamilton Campaz (Rosario Central)

 

Áleyparar:

 

  • Carlos Andres Gomez (Vasco)
  • Luis Suarez (Sporting)
  • Jhon Cordoba (Krasnodar)
  • Juan Camilo Hernandez (Real Betis)
  • Luis Diaz (Bayern)

Mynd: Ritzau Scanpix