Thomas Christiansen hevur tikið út HM-hópin hjá Panama

Panama er í innleiðandi bólki við m.ø. Onglandi

Panama hevur landsliðsvenjara av danskari ætt, Thomas Christiansen. Mynd: Ritzau Scanpix

Panama er í innleiðandi HM-bólki L, ið er ein krútsterkur bólkur. Mótstøðuliðini vera Ongland, Kroatia og Gana.

 

Panama er kortini nummar 33 á FIFA-styrkislistanum, so heilt sørir eru teir ikki.

 

Panama hevur landsliðsvenjara, ið er av danskari ætt, nevnliga Thomas Christiansen, ið spældi tveir landsdystir við Spania.

 

Undan HM-endaspælinum fer Panama at spæla tríggjar venjingardystir. Teir vera móti Brasil, Dominikanska Lýðveldinum og Bosnia Hersogovina.

 

HER er HM-hópurin hjá Panama:

 

Málverjar:

 

  • Luis Mejía (Nacional)
  • Orlando Mosquera (Al-Fayha)
  • César Samudio (Marathón)

 

Verjuleikarar:

 

  • Eric Davis (Plaza Amador)
  • Fidel Escobar (Saprissa)
  • Michael Amir Murillo (Beşiktaş)
  • Roderick Miller (Turan Tovuz)
  • Andrés Andrade (LASK)
  • César Blackman (Slovan Bratislava)
  • José Córdoba (Norwich City)
  • Jiovany Ramos (Puerto Cabello)
  • Jorge Gutiérrez (Deportivo La Guaira)
  • Edgardo Fariña (Pari Nizhny Novgorod)

 

Miðvallarar:

 

  • Aníbal Godoy (San Diego FC)
  • Alberto Quintero (Plaza Amador)
  • Yoel Bárcenas (Mazatlán)
  • Adalberto Carrasquilla (UNAM)
  • José Luis Rodríguez (Juárez)
  • Cristian Martínez (Ironi Kiryat Shmona)
  • César Yanis (Cobresal)
  • Carlos Harvey (Minnesota United)
  • Azarias Londoño (Universidad Católica)

 

Áleyparar:

 

  • José Fajardo (Universidad Católica)
  • Ismael Díaz (León)
  • Cecilio Waterman (Universidad de Concepción)
  • Tomás Rodríguez (Saprissa)

 

 

 

Panama hevur landsliðsvenjara av danskari ætt, Thomas Christiansen. Mynd: Ritzau Scanpix