Uttanríkisráðið: Ongan fyrispurning frá føroyingum í Hormuzøkinum

Uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál, sum viðvíkja borgaratænastu til føroyingar úti í heimi

Uttanríkisráðið hevur enn ongan fyrispurning fingið frá føroyskum sjófólkum í Hormuzsundinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í svari til fyrispurning frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um støðuna hjá føroyingum í

 

Persaraflógvanum.

 

Spurningurin var soljóðandi:

 

1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaraflógvanum?

 

2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaraflógvanum?

 

3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir?

 

4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum?

 

Í svar til teir fyrstu tríggjar spurningarnar undir einum sigur landsstýrismaðurin:

 

– At kalla eingin skipaferðsla hevur verið gjøgnum Hormuz-sundið síðan um mánaðarskiftið februar-mars. Støðan í økinum broytist frá degi til dags, og ber í sær óvissur fyri tey mongu skip og sjófólk, sum ikki sleppa úr Hormuz-sundinum orsakað av støðuni.

 

– Uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál, sum viðvíkja borgaratænastu til føroyingar úti í heimi. Í tílíkum málum er meginreglan tann, at borgarar, ið hava tørv á hjálp, ráðgeving ella øðrum tænastum venda sær beinleiðis til Uttanríkistænastuna ella til danska uttanríkisráðið. Enn er eingin fyrispurningur um borgaratænastu frá føroyingum í Hormuzøkinum skrásettur, sigur Bárður a Steig Nielsen.

 

Víðari sigur landsstýrismaðurin, at landsstýrið fylgir gongdini í økinum við tí fyri eygað eftir førimuni – og í samstarvi við onnur lond í líknandi støðu – at kunna veita hjálp og ráðgeving.

 

– Vinnumálaráðið hevur upplýst, at einki skip í føroysku skipaskráunum er í Hormuz-sundinum ella innanfyri.

 

– Føroyskir myndugleikar hava ikki eitt samlað yvirlit yvir, hvørjum skipum føroysk sjófólk sigla við, ella hvar ið skip við føroyskum sjófólkum eru stødd, sigur hann.

 

Til síðsta spurningin sigur Bárður á Steig Nielsen, at landsstýrið fær vanliga kunning um viðkomandi ætlanir hjá donsku stjórnini av uttanríkistrygdar- og verjupolitiskum slagi.

 

– Lagt er upp til, at skuldi hesin spurningur verðið aktuellur í mun til støðuna í Hormuz-sundinum, fær landsstýrið kunning, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

 

 

 

Uttanríkisráðið hevur enn ongan fyrispurning fingið frá føroyskum sjófólkum í Hormuzsundinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix