Hóast tvey umfør eru eftir at leika, so tykist tað greitt, at tað vera Niðurlond og Frakland, ið vinna seg víðari úr HM-millumbólki 3 til fjórðingsfinalurnar.
Frakland vann stórsigur 29-17 (14-12) á Eysturríki.
Frakland hevði nakað so sjáldsamt sum átta spælarar, ið vóru toppskjúttar í dag. Tær skutu allar trý mál hvør. Ines Ivancok var við fimm málum toppskjútti hjá Eysturríki.
Niðurlond vunnu heili 39-21 (22-9) á Tunesia.
Bo van Wetering var við níggju málum toppskjútti hjá Niðurlondum. Fadwa Aouij og Soumaya Belhadj vóru við fýra málum hvør toppskjúttar hjá Tunesia.
Pólland vann 28-25 á Argentina. Í steðginum var Argentina annars á odda 15-14.
Magda Balsam var við seks málum toppskjútti hjá Póllandi. Toppskjútti hjá Argentina við níggju málum var Elke Josseline Karsten.
Aftaná trý umfør hava Niðurlond og Frakland seks stig hvør. Pólland hevur fýra stig, og Eysturríki hevur tvey stig. Argentina og Tunesia eru aftast við ongum stigi.
4. desember:
Argentina – Pólland 25-28
Frakland – Eysturríki 29-17
Niðurlond – Tunesia 39-21
6. desember:
Eysturríki – Tunesia.
Pólland – Niðurlond.
Argentina – Frakland.
8. desember:
Frakland – Niðurlond.
Pólland – Eysturríki.
Tunesia – Argentina.











