Aftaná drápuliga keðiligu HM-finaluna, ið Spania vann 1-0 á Argentina á MetLife leikvøllinum í New Jersey var rok, har uppøstir argentinskir leikarar lupu á spanskar leikarar.
Millum teir mest bannsettu var Leandro Paredes. Í øllum rokinum var hann noteraður fyri at fáa eitt reytt kort fyri ósømuliga atburðin.
Men nú hevur FIFA staðfest yvirfyri stóra bretska miðlinum, BBC, at talan var um eitt mistak, at Leandro Paredes fekk tað reyða kortið.
Leandro Paredes skal tó ikki vænta at sleppa snikkaleysur frá valdsgerðunum. Aganevndin hjá FIFA fer at viðgera rokmiklu hendingarnar aftaná HM-finaluna, og er Leandro Paredes millum teir, ið væntandi fáa eina revsing fyri alt rokið sum fór fram aftaná dystarendan.
Aganevndin hjá FIFA hevur sett ein persón við serligari ábyrgd fyri at granska og kanna tað sum fór fram.









