HM: Suðurkorea gjørdi sum Føroyar - vann 2-1 á Kekkia

Meksiko og Suðurkorea eru fremst í innleiðandi HM-bólki 2

Mynd: Ritzau Scanpix

Á Estadio Akron leikvøllinum í Guadalajara í Meksiko gjørdi Suðurkorea í innleiðandi HM bólki A Føroyum kunstin eftir.

 

Suðurkorea vann 2-1 á Kekkia, júst sum okkara landslið gjørdi í HM-undankappingardysti á Tórsvølli 12. oktober í fjør.

 

Kekkia legði seg á odda 1-0, tá ein tími var farin av dystinum. Eitt langt innkast var sent inn í brotsteigin, ið Ladislav Krejčí stútaði í netið. 

 

Átta minuttir seinni fintaði Hwang In-beom hegnisliga kekkisku verjuna, og sendi bóltin framvið málverjanum, og so var støðan javnleikur 1-1. 

 

Í 77. minutti helt Tomas Soucek, at hann aftaná góða sending inn í brotsteigin, hevði stútað Kekkia framum 2-1, men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu.

 

Bert tríggjar minuttir seinni sendi In-Beom Hwang ein góðan bólt inn til Hyeon-gyu Oh, ið staddur inn í brotsteiginum sendi bóltin í netið, og gjørdist harvið sigursmálskjútti hjá Suðurkorea.

 

HER  ber til frá danska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Suðurkorea hevði bóltin væl meira, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar enn Kekkia. Væntaði mál søgdu 1,81 til Suðurkorea og 0,81 til Kekkia.

 

Meksiko og Suðurkorea hava trý stig hvør í bólki A. Kekkia og Suðurafrika hava einki stig. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix