Ognin í sponskum stíli var heim hennara í hálvt ár, til hon doyði av yvirdosis í 1962. Hon var tá 36 ára gomul.
Tíðindastovan AFP skrivar, at núverandi eigararnir keyptu ognina í Brentwood grannalagnum í fjør fyri 8,3 milliónir dollarar.
Keypararnir áttu longu grannaognina. Tey vildu byggja eitt stórt hús á teimum báðum grundstykkjunum. Gamli bústaðurin hjá Monroe mátti tí takast niður.
Í september í fjør varð loyvi givið at ríva ognina niður, men tá fóru fólk at gera vart við seg við mótmælisgongum. Lokalpolitikarar vóru skjótir at geva Monroe-ognini serligan vardan status.
Keyparin var ikki samdur og kærdi. Nú hava myndugleikarnir avgjørt, at ognin er eitt søguligt stað, sum er friðað.
- Nakrar av kendastu myndunum av henni eru tiknar í ognini, ljóðar ein av grundgevingunum.
/ritzau/