Donald Trump sigur, at samrøðurnar, sum hansara umboð hava við Iran, eru sera positivar, og hann er optimistiskur við tankan um víðari samrøður.
- Eg eri fult greiður yvir, at míni umboð hava ógvuliga positivar samrøður við Iran, og at hesar samrøður kunnu føra til okkurt sera positivt fyri øll.
Nakað soleiðis skrivar amerikanski forsetin á sínum egna miðli, Truth Social, í kvøld.
Iran hevur latið eitt friðaruppskot til USA umvegis meklarar í Pakistan, og Iran segði fyrr í dag, at landið hevði fingið svar úr USA.
Í kvøld verður tó einki sagt um, hvat stendur í iranska uppskotinum - ei heldur um, hvussu svarið úr USA ljóðar.











