Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Eg eri ikki ítróttafólk, men eg royni at ganga túr hvønn dag. Tað er gott, bæði fyri sinn og skinn.
Soleiðis sigur Sirið Stenberg.
Hon vísir á, at henni dámar væl at gera mat frá grundini, góðan heimagjørdan mat, helst við góðum rávørum, sum eru stuttfluttar ella úr nærumhvørvinum.
- Mær dámar eisini væl at fáa ymiskt grønmeti at veksa, sum verður brúkt í matgerðini.
Sirið Stenberg sigur, at hon annars ikki ger nakað serstakt fyri at halda seg sunna.
- Alt við máta heldur enn at nokta sær sjálvum okkurt gott, heldur hon fyri.
Hon fegnast um at vera vælsignað við góðari heilsu.
- Eg brúki onga sminku og haldi, at vit saktans kunnu vera tað, sum vit eru, sigur hon brosandi.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Rørsla hevur týdning fyri lívsgóðskuna. Fyri meg má tað vera innbygt í gerandisdagin - og ikki nakað, sum eg skal ganga ella renna meg til.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Ja, rørsla ávirkar svøvnin. Einki er betri enn ein gongutúrur í okkara vøkru náttúru. Tað er lekidómur, og í náttúruni finni eg frið.
Sirið Stenberg sigur, at túrar, har alt skal ganga við nógvari ferð, dámar henni slett ikki.
- Mær dámar róligar túrar, har eg kann njóta náttúruna, seta meg niður, eygleiða blómur, grøs, steinar, hoyra áartutl, fuglaljóð og annað.
Hon heldur, at kórsangur eigur at vera ein hin besti mátin at halda seg virknan og vera í felagsskapi við onnur.
- Men, tíverri havi eg ikki havt stundir til tað í seinastuni, leggur Sirið Stenberg aftrat.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)