Íløgur í AI hjálpa Amazon at vinna á væntanum

Fyri annan ársfjórðing í ár leggja inntøkurnar hjá Amazon seg á 1.096 milliardir krónur - 13 prosent hægri enn í fjør.

Hóast Amazon er best kent fyri internethandil, so stuðla KT-tænasturnar hjá dótturfelagnum AWS so við og við einum munandi parti av inntøkunum hjá e-handilsrisanum. (Arkivmynd). - Mynd: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix

Amerikanski nethandilsrisin Amazon kom út úr øðrum ársfjórðingi í ár við einum vinningi uppá 18,2 milliardir dollarar - 119 milliardir krónur.

Tað vísir roknskapurin hjá Amazon fyri annan ársfjórðing í ár, sum varð lagdur fram hóskvøldið danska tíð.

Hetta er ein vøkstur í vinningi á stívliga 35 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tá var vinningurin 13,5 milliardir dollarar.

Sambært stjóranum í Amazon, Andy Jassy, skulu vaksandi inntøkurnar síggjast í ljósinum av, at stórar íløgur í vitlíki - AI - nú eru farnar at geva avkast.

- Okkara trúgv uppá, at vitlíki fer at broyta alla kundaupplivingina, er farin at vísa seg, sigur Jassy í roknskapinum.

Inntøkan hjá e-handilsrisanum í øðrum ársfjórðingi í ár var 167,7 milliardir dollarar - 1.096 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 13 prosent í mun til somu tíð í fjør.

Hetta er betri enn væntanir hjá greinarum. Greinararnir á Wall Street høvdu vent nøsini móti eini inntøku uppá 162,2 milliardir dollarar, skrivar MarketWire.

Hóast Amazon er best kent fyri at keypa á netinum, so stuðlar dótturfelagið Amazon Web Services (AWS) - sum bjóðar eina røð av KT-tænastum - so við og við nógv uppá inntøkurnar.

AWS hevur umsetning uppá 30,9 milliardir dollarar í øðrum ársfjórðingi í ár, sum er ein vøkstur uppá 17,5 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Rakstrarúrslitið hjá dótturfelagnum var 10,2 milliardir dollarar, sum er ein vøkstur frá 9,3 milliardum dollarum í øðrum ársfjórðingi í fjør.

Hóast imponerandi roknskapartølini, so fullu partabrøvini hjá Amazon á eftirmarknaðinum í gjár við 2,9 prosentum, skrivar MarketWire.

Hetta kemst av, at forsøgnin hjá e-handilsrisanum fyri triðja ársfjórðing ikki sær út, sum greinararnir høvdu væntað.

Amazon væntar eitt rakstrarúrslit uppá millum 15,5 og 20,5 milliardir dollarar, meðan væntanirnar hjá greinarum frammanundan vóru 19,4 milliardir dollarar.

 

/Ritzau/

 

Hóast Amazon er best kent fyri internethandil, so stuðla KT-tænasturnar hjá dótturfelagnum AWS so við og við einum munandi parti av inntøkunum hjá e-handilsrisanum. (Arkivmynd). - Mynd: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix