Hetta sær ikki tespiligt út. Myndina eigur Redningsselskapet

Fleiri frítíðarbátar kolaðust upp í Noregi

Í Noregi er vanligt at sigla innanskers. Her eru nógvar smáar oyggjar, og í sínari tíð vóru eisini fleiri føroyskir frítíðarsiglarar í Noregi

Hetta sær ikki tespiligt út. Myndina eigur Redningsselskapet

Tá illa gongur í hond, kann tað ringasta henda. Tíbetur hendi tó ikki tað ringasta, tá eldur í vikuni kom í fleiri frítíðarbátar í Noregi.

 

Men, materielli skaðin var stórur, og einir sjey ella átta frítíðarbátar kolaðust upp og endaðu á havsins botni.

 

Í Noregi er vanligt at sigla innanskers. Her eru nógvar smáar oyggjar, og í sínari tíð vóru eisini fleiri føroyskir frítíðarsiglarar í Noregi.

 

Tá Norrøna sigldi til Bergens, vóru føroyskir frítíðarsiglarar í fleiri umførum í Noregi, og her hava eisini føroyingar fleiri góð minnir frá slíkum ferðum.

 

Norrøna tók bátarnar yvir við til Noregs.

 

Í Bergen vórðu bátarnir koyrdir í land á vognum og settir á sjógvin, so fólk kundu sigla millum oyggjarnar har yviri.

 

Fyri føroyskar frítíðarsiglarar var tað ein stórur saknur, tá Norrøna gavst at sigla til Bergens og hesin møguleiki ikki var meira.

 

Í vikuni kom eldur í fleiri frítíðarbátar, sum lógu í einari vík við staðið, Skutevikkilen á Gunøy í Kragerø.

 

Eldurin breiddi seg skjótt til fleiri bátar og 11 fólk, sum vóru í hesum bátum - harav fleiri lógu og svóvu, tá eldur kom í - noyddust at leypa í havið.

 

Neyðhjálparfólk fóru á staðið, tá tey fingu boð um, at eldur var í tveimum bátum, men eldurin breiddi seg til aðrar bátar, sum lógu nærindis.

Í norskum miðlum, eitt nú NRK, eru fleiri frásagnir um, hvussu fólk upplivdu óhugnaligu hendingina, sum tíbetur tørnaði rímiliga væl út.

 

##med2##

 

Eingin álvarsligur fólkaskaði stóðst av hesum, tí fólk róptu og bukaðu á bátarnar hjá hvørjum øðrum, so øll sluppu úr bátunum í øllum góðum.

 

Men, í onkrum føri noyddust fólk at fara út ígjøgnum lúkuna har framni í húsinum, tí eldur stóð fram eftir dekkinum og móti hurðini til stýrhúsið.

 

Í Noregi sigur løgreglan, at eftir at øll sluppu heilskalað úr bátunum, verður nú arbeitt við at minka um umhvørvisligu árinini av hendingini.

 

Fleiri av bátunum høvdu bunkrað nógv brenni, og tá glastrevja brennur væl, um eldur kemur í, gjørdist bæði nógvur eldur og roykur í økinum.

 

##med3##

 

 

 

Hetta sær ikki tespiligt út. Myndina eigur Redningsselskapet

Her er eldur í sjey frítíðarbátum. Mynd: Redningsselskapet