Soleiðis lýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn støðuna í gjár og í nátt.
Tað hava verið sera nógv fólk í býnum, og nógv drukkin fólk, sum løgreglan hevur verið noydd at tikið sær av.
– Vit hava borið nógv fólk og koyrt fleiri tilhús, reist onnur uppaftur, loyst ósemjur, men tað er einki mál skrivað sum so, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Tó so er okkurt mál, har tey skulu finna út av, um tað skal loysast við við bót ella ein skuldseting um harðskap.
Vaktleiðarin sigur, at ræðuliga nógv fólk hava verið í býnum, og okkurt skiftið vóru trupulleikar við fartelefonsambandinum, tí so nógv nýttu telefon á sama stað í senn, at netið varð overvað.
Og fólk hava verið í býnum í alla nátt.
Vaktleiðarin sigur, at hann hevur ikki tal á, hvussu nógvar uppringingar hava verið til løgregluna, men tær hava verið nógvar. Og 70 prosent av teimum, metir hann, hava verið um bilar, sum standa ófantaliga parkeraðir eitt nú fyri innkoyringar ella í túnum hjá fólki. Løgreglan hevur havt úr at gera við at fáa fatur á hesum bileigarum.
Hann sigur, at tey hava sent nakrar sjúkrabilar, men vísir enn einaferð á tað stóra arbeiði, sum samarittarnir gera.