Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin.
– Tað verða nakrir vørubólkar, sum man heldur hava týdning fyri barnafamiljur, sum verða frítiknir fyri MVG, sigur løgmaður.
– Vit hava nevnt vørubólkar »so sum breyð mjólk frukt og grønmeti«. Men breyð verður ikki við, sigur løgmaður, tí tað er so trupult, tí at so mugu ingrediensirnir til breyð verða frítiknir fyri MVG, og tað eru ingrediensir, sum verða brúktir til so nógv annað eisini. Tí eru tað aðrir vørubólkar, sum eru valdir út at røkka endamálinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Men talan verður um frítøku, ikki um lægri MVG.
– Tað er munandi einfaldari at hava annaðhvørt fult MVG ella einki MVG, sigur løgmaður, tí tað er lættari at umsita.
Malið fer sum nevnt til hoyringar stutt eftir ólavsøku.