Slovenia, sum er limur í ES, hevur gjørt av at sýta tveimum høgravendum ísraelskum stjórnarlimum innferðarloyvi.
Sambært stjórnini í Ljubljana í Slovenia er hetta fyrstu ferð, at eitt ES-land setir eitt slíkt forboð.
Talan er um ísraelska fíggjarmálaráðharran, Bezalel Smotrich og ísraelska ráðharran í trygdarmálum, Itamar Ben-Gvir, sum innferðarforboðið er galdandi fyri.
Teir eru báðir ráðharrar í stjórnini hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.
- Slovenia boðar frá, at hesir báðir ísraelsku ráðharrarnir eru óynsktir, sigur uttanríkisráðharrin í Slovenia, Tanja Fajon, í dag.
Slovenska stjórin leggur ísraelsku ráðharrarnar undir at fremja brot á mannarættindini hjá palestinum og leggja upp til fólkamorð.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - seinnapartin í dag.
##med2##