Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu seg trygt víðari til annað undanumfarið í Conference League við samlaðum 9-0 stórsigri á Malisheva úr Kosovo.
Í kvøld vann Víkingur á heimavølli á Víkingsvøllinum í Reykjavík heili 8-0. Talan er um størsta íslendska sigurin nakrantíð í evropeiskum kappingum fyri felagslið.
Breiðablik og KR deildu gamla metið við seksmálssigrum.
Víkingur Reykjavík var á odda 5-0, og samanlagt 6-0 í steðginum. Tað valdi venjarin hjá Víkingi at spara Gunnar Vatnhamar, ið var skiftur út í steðginum.
Víkingur møtir albanska liðnum, Vllaznia í øðrum undanumfarinum. Víkingur leggur fyri við dysti á útivølli komandi hóskvøld klokkan 18.
Áðrenn tað, sunnukvøldið klokkan 20.15 hevur Víkingur heimadyst móti Vali í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Víkingur Reykjavík-Malisheva 9-0 (5-0) (Víkingur Reykjavík vinnur samantalt 9-0)
1-0 Nikolaj Hansen ('10)
2-0 Nikolaj Hansen ('21)
3-0 Oliver Ekroth ('29)
4-0 Nikolaj Hansen ('36)
5-0 Daníel Hafsteinsson ('42)
6-0 Valdimar Þór Ingimundarson ('68)
7-0 Atli Þór Jónasson, br. ('72 )
8-0 Sveinn Gísli Þorkelsson ('82)