Mugu sjálv sita við borðið

Vit mugu hava fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, so vit kunnu fáa altjóða limaskapir.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni í dag.

– Tað er eitt nú neyðugt, skulu vit tryggja vinnuni kappingarføra marknaðaratgongd. 

– Samstarvið við donsku stjórnina er gott, og vit vilja varðveita tað. Men verandi støða er ein forðing. Hetta tykjast allir flokkar samdir um. Vit mugu sjálv sita við borðið og flyta okkara uttanríkispolitisku leikir. Tí kunnu vit í hesum føri ikki sættast við remis, segði løgmaður.

– Í 2023 segði danski forsætisráðharrin í setanarrøðu síni, at vit skulu hava eitt javnbjóðis samstarv millum trý fólk, trý lond og tríggjar tjóðir. 

– Í 2012 segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, at hann droymdi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.

– At ein og hvør skipan má lagast til tíðina. Eg eri púra samdur. Í talvi er ein meginregla, at nertir tú eitt talvfólk, skal tað flytast. Í fluttum týdningi hava báðir partar – bæði Føroyar og Danmark – nú nortið fólkið. Tíðin er búgvin til at flyta leikin. Men tað krevur, at vit í Føroyum standa saman, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, uttan at vera meira ítøkiligur.