Avstralia setir 16 ára aldursmark til YouTube

Sambært tíðindastovuni NTB sigur YouTube, at YouTube er ikki ein sosialur miðil, men ein video-pallur

Avstralia heldur ikki, at børn undir 16 ár skulu sleppa at brúka netstaðið, YouTube.

 

Tað upplýsir stjórnin í landinum sambært tíðindastovuni, NTB.

 

Tá Avstralia í november í fjør setti børnum undir 16 ár forboð fyri at brúka sosialar miðlar, varð YouTube undantikið.

 

Men, soleiðis verður tað sambært stjórnini í Avstralia ikki í framíðini.

 

Tí, nú hevur landsins stjórn samtykt, at børn undir 16 ár heldur ikki skulu kunna brúka YouTube eftir 10. desember í ár.

 

Um hetta kortini verður gjørt, kann YouTube - um netstaðið ikki setir tiltøk í verk - vænta sær at fáa stórar bøtur.

 

Sambært NTB sigur YouTube, at tey skilja støðuna hjá avstralsku stjórnini um avmarkingar til tess at verja børnini.

 

Men, YouTube sigur samstundis, at YouTube ikki er ein sosialur miðil, men ein video-pallur.