Telefonin hjá løgregluni kimaði í alla nátt

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt av fullum fólki

Millum klokkan 23 í gjárkvøldið og klokkan 7 í morgun hevur verið ringt til løgregluna 165 ferðir. Og tað hevur fyri tað mesta snúð seg um fólk, sum hava fingið ov nógv at drekka og sum ikki kláraðu seg. Og hjá løgregluni hava samarittarnir aftur verið til stóra hjálp, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan royni at vera úti og gera fyribyrgjandi arbeiði og loysa ósemjur, áðrenn illstøða spyrtst burturúr.

Hóast ferðslan gongur fínt á ólavsøku, tá miðbýurin at kalla er stongdur fyri ferðslu, so eru stórir trupulleikar av parkering, tí fólk ikki hugsa seg nóg væl um, hvar tey parkera,sigur vaktleiðarin, sum fegnast um at tað ikki var neyðugt við sløkkiliðsbilum, tí nógva staðni høvdu teir havt trupulleikar av at komið fram. Hetta var serliga undir kappróðrinum og setanini av ólavsøkuni.

Eitt harðskapsmál er skrivað, har ein persónur á einum skeinkistað hevði tikið harðliga í ein annan persón.