Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava danska Novo Nordisk og eina røð av øðrum stórum heilivágsfyritøkum at lækka prísin á sínum heilivági í USA.
Novo Nordisk og hinar fyritøkurnar mugu ikki krevja meira fyri sínar vørur í USA enn í øðrum ídnaðarlondum.
Amerikanarar mugu kunna keypa heilivág til ein nógv rættvísari prís, krevur Trump.
Novo Nordisk lovaði í gjárkvøldið framhaldandi at stríðast fyri at tryggja heilivág til bíligar prísir í USA.
Tað sigur heilivágsrisin í stuttari skrivligari viðmerking til ídnaðarmiðilin Medwatch.
- Amerikanska heilsuverkið er fløkt, men Novo Nordisk fer framhaldandi at arbeiða fyri at finna loysnir, sum hjálpa fólki at fáa atgongd til heilivágin, teimum tørvar til bíligar prísir, stendur í fráboðanini.
Heilivág fyri sukursjúku, heilivág móti fiti, insulin og annar heilivágur frá Novo Nordisk skulu seljast til ”lægsta altjóða prís”, skrivar Trump í einum brævi, sum hósdagin er lagt út á sosialu miðlasíðuna Truth Social.
- Beint nú eru prísirnir á merkjavørum í USA upp til tvær til tríggjar ferðir hægri í miðal enn eins heilivágur aðrastaðni. Henda óhóskandi byrðan á hart arbeiðandi amerikanskar familjur fer at enda við mínari stjórn, skrivar Trump.
- Um tú noktar at taka ábyrgd, so fara vit at brúka hvørt amboð í okkara arsenali til at verja amerikanskar familjur fyri framhaldandi misnýtslu gjøgnum høgar heilivágsprísir, sigur hann.
Trump skrivar eisini í brævinum, at evropeisk og onnur lond hava "í alt ov langa tíð" havt alt ov fríar teymar við amerikanskari nýskapan.
Tí krevur forsetin tiltøk áðrenn 29. september í ár. Trump ger sítt toymi tøkt til "umsiting og spurningar", skrivar hann.
Brævið til Novo Nordisk er stílað til fráfarandi stjóran, Lars Fruergaard Jørgensen. Eftir ætlan leggur hann frá sær 7. august.
Fleiri stórar heilivágsfyritøkur sum Eli Lilly, Johnson & Johnson, Merck og Pfizer hava eisini fingið eitt líknandi bræv frá Trump.
Amerikanski marknaðurin hevur verið nakað av einum gullnámi hjá Novo Nordisk.
Í fjør fekk heilivágsfelagið meira enn helvtina av sínum inntøkum úr USA.
Meira nágreiniliga 167 milliardir krónur av samlaða umsetninginum á 290 milliardir.
Hóskvøldið fall partabrævakursurin hjá Novo Nordisk í USA við nærum fimm prosentum eftir tíðindini um beinleiðis áheitanina frá Trump, skrivar MedWatch.
/Ritzau/