Amerikanska rentan verður hildin á verandi støði millum 4,25 og 4,50 prosent.
Tað boðar amerikanski miðbankin, Federal Reserve (Fed), frá í kvøld í tíðindaskrivi. Fráboðanin kemur eftir ein rentufund, sum var í gjár og í dag.
Hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur sagt, at hann fegin vil hava renturnar lækkaðar, so er hetta fimtu ferð á rað, at Fed hevur hildið rentuna óbroytta.
Eingin rentulækking hevur verið síðani í desember í fjør. Hetta merkir, at rentan ikki er lækkað, meðan Trump hevur verið forseti.
Væntað varð frammanundan, at Fed fór at halda rentuna. Men tveir limir í rentunevndini atkvøddu fyri lækking í juli.
Sambært CNN er tað fyrstu ferð í meira enn 30 ár, at tveir limir í rentunevndini atkvøða ímóti peningapolitikkinum hjá miðbankanum.
Teir báðir limirnir eru Christopher Waller og Michelle Bowman. Sambært tíðindastovuni AFP hava báðir áður givið boð um, at teir vóru fyri rentulækking í juli.
Sambært Søren Kristensen, leiðandi búskaparfrøðingi í danska Sydbank, er hetta við til at økja um trýstið innanhýsis í miðbankanum.
– Hetta er avgjørt ikki ein vanlig hending. Kortini er tað fyrstu ferð síðani 1993, at tveir stjórar hava atkvøtt ímóti linjuni hjá miðbankanum. Hetta vísir sostatt á eina rentulækking seinni í ár í USA, skrivar hann í viðmerking.
Søren Kristensen væntar, at Fed fer at lækka rentuna einaferð í ár. Hann heldur, at hetta fer at henda á næsta rentufundi í september.
/Ritzau/