Plagar tú at fara á ólavsøku?
- Eg havi ongantíð verið nakrar ólavsøkufjeppari. Men tó so havi eg sum oftast verið ein túr í Havn á ólavsøku.
Tað sigur Danial A. Hansen.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað er serliga kappróðurin á ólavsøku sum dregur. Tann stemningurin, sum er á kaiini undir kappróðrinum, er heilt serligur.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, eg sakni einki, tí her er nógv ymiskt til øll, hugsi eg.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Nei, eg minnist ikki nakra ávísa ólavsøku fram um aðrar, sjálvt um okkurt minnið á onkrari ólavsøku er serligari enn okkurt annað, sigur hann brosandi.
Dánial A. Hansen leggur aftrat, at tað er jú heldur ikki alt, sum hendir á ólavsøku, ið tosað verður um.