Løgreglan fekk gjár eina fráboðan um, at onkur hevði sæð nakrar unglingar um 20 ára aldur, sum lýstu inn gjøgnum vindeygu á demnsdeildi á Boðanesheiminum og filmaðu gomlu fólkini.
Løgreglan fekk fatur á trimum ungum monnum, sum framdu hesa undarligu gerð. Tað vísti seg, at teir høvdu lýst inn gjøgnum vindeyga og filmað fólkini fyri at síggja, hvussu tey reageraðu. Síðani deildu teir upptøkurnar í onkrum bólki á sosialum miðlum.
– Hetta er ein løgin tendensur, sum onkur hevur funnið uppá. Sjálvt um tað kann vera harmleyst fyri frísk fólk, so kann tað órógva gomul dement fólk, tá slíkt verður gjørt.
Menninir hava fingið at vita, at teir skulu halda seg burtur.