AIK Stockholm snávaði móti botnliði á heimavølli

Liðið hjá Mikkjali K. Thomassen megnaði bert málleysan javnleik móti Öster

Tíðliga seinnapartin hevði liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm heimadyst móti Öster, ið liggur næstaftast í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

AIK var greiður favorittur, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar enn Öster. Men tá dysturin var liðugur var støðan tann sama, sum hon var tá dysturin byrjaði, nevnliga 0-0.

 

Svenskir ítróttarmiðlar skriva, at leikararnir hjá AIK vóru buhaðir av leikvøllinum á Strawberry Arena.

 

AIK er nú nummar fýra í deildini við 33 stigum. Teir hava sjey stig upp til oddaliðið, Mjällby sum hevur spælt ein dyst færri. 

 

Longu hóskvøldið klokkan 18 má AIK upp á tiltikna hestin aftur. Tá verður seinna uppgerðin móti estiska liðnum, Paide í øðrum undanumfarinum í Conference League. AIK vann fyrra dystin á útivølli 2-0.