Løgreglan arbeiðir við einum máli, har ein persónur stakk ein annan persón í lærið undir seinastu konsertini í Tórsfest gjáranáttina.
Viðkomandi fann ikki út av tí alt fyri eitt, at hann varð stungin. Men hann følir okkurt aftan fyri seg, og tá hann vendi sær við sær hann persónin, sum stakk. Men tað gingu nøkur sekund, til hann varnaðist, at hann varð stungin og kendi blóð renna. Men tá var viðkomandi, sum stakk, burtur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Maðurin fer á sjúkrahús, har tað verðus staðfest, at hann er stungin.
Løgreglan vil sera fegin frætta frá fólki, sum hevur sæð ella hoyrt nakað um hendan tilburðin.
Fyri løgregluni hevur maðurin, sum varð stungin, greitt frá, at hann og tann sum stakk høvdu havt onkra ósemju frammanundan, og at tað týðir uppá, at tað samanhang millum tað hendingina og hesa. Men viðkomandi heldur ikki, at ósemjan var so ógvuslig, at hon skuldi enda við, at hann varð stungin.
Løgreglan arbeiðir framvegis við hesum málinum, og vil sum sagt sera fegin frætta, um onkur veit eitthvørt, sum kann hjálpa til at greiða málið.